93 ára gomul neyðtikin og bukað í hel

Ein 19 ára gamal maður í USA er ákærdur fyri dráp, eftir at hann sunnudagin neyðtók og bardi ta 93 ára gomlu Louise Sollowin í heimi hennara í Omaha.

Dóttir ta 93 ára gomlu konuna boðaði løgregluni frá neyðtøkuni. Hon hevði hoyrt neyðarrópini frá mammuni úr sovikamarinum, skrivar TV2.

Í kamarinum fann løgreglan 19 ára gamla mannin liggjandi naknan við síðuna av gomlu kvinnuni. Hann hevði sligið og neyðtikið hana. Hon hevði fleiri beinbrot í høvdinum

Líkkanningin hevur víst, at tann 93 ára gamla Louise Sollowin doyði av sløgunum, hon fekk í høvdið og aðrastaðni á likaminum.

Hildið verður, at tann 19 ára gamli Sergio Perez hevði drukkið illa tað kvøldið. At gamla kvinnan gjørdist neyðtøkuofrið, skal vera av tilvild sambært KLNK-V.

Útlendingastýrið er komið upp í málið, verður sagt. Óvist er, um Perez hevði uppihaldsloyvi í USA.

(Mynd: Ohama police)