Havnarmaðurin Heri Mohr, sum fyllir 93 ár í morgin, tók koyrikort sum 18 ára gamal í 1943.
Fyri hálvum øðrum ári síðani var hann partur av ferðslóhappi, og tað hevði við sær, at hann mist koyrikortið.
Í farnu viku var Heri Mohr til roynd í teori, og hann stóð royndina. Í næstum skal hann upp í koyriroynd, og stendur hann hana, kann hann fáa koyrikortið aftur.
- Eg havi brúk fyri bilinum, sigur Heri Mohr um orsøkina til, at hann tekur koyrikortið aftur.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu, sum Mirjam Pætursdóttir gjørdi við Hera Mohr.