Fyri sløkum mánaði síðani skrivaðu vit um havnarmannin Hera Mohr, sum eftir eitt ferðsluóhapp varð dømdur at taka koyrikortið av nýggjum. Hann stóð koyriroyndina – hóast 75 ár eru liðin síðani hann tók koyrikortið.
Les eisini: 93 ára gamal tekur koyrikort av nýggjum. (Her kanst tú hoyra samrøðu við Hera Mohr)
Hann segði í samrøðu við in.fo, at hann var ovfarin av, at hann stóð teoriroyndina, tí hann hevði ongantíð havt teori – eg visti ikki, hvat tað var, segði hann. Hóast koyriroyndin var eftir, áðrenn hann endaliga kundi fáa koyrikortið aftur, so ivaðist hann ikki í, at hann fór at standa koyriroyndini. Og tað hevur hann nú gjørt.