913 fólk arbeiðsleys í juni

Arbeiðsloysið í Føroyum er ikki longur vaksandi. Seinasta uppgerðin hjá Arbeiðsloysisskipanini vísir, at tað fyrst í juni mánaði vóru 913 arbeiðsleys í Føroyum Hetta er ein fleirfalding samanborið við sama tíðarskeið undanfarna ár, tá talið var 272 arbeiðsleys, men minni enn undanfarnu mánaðirnar, tá talið var uppi á 960.

Samanborið við undanfarin ár, eru alsamt fleiri menn vorðnir arbeiðsleysir. Síðani ár 2000 hava fleiri kvinnur verið arbeiðsleysar enn menn. Men nú er vent í holuni. Í juni 2009 vóru 528 menn og 385 kvinnur arbeiðsleysar, samanborið við 102 og 170 í juni 2008. Tað var í januar mánaði, at tað vendi í holuni. Hetta svarar til eitt kynsbýti á 58 prosent menn og 42 prosent kvinnur.

Eisini eru broytingar í aldursbýtinum á teimum arbeiðsleysi,og eru tað alsamt fleiri ung millum 20 og 29 ár, ið eru vorðin arbeiðsleys, nevniliga 25 prosent av teimum arbeiðstøku. Hetta er nú tann størsti bólkurin av arbeiðsleysum. Áðrenn var tað tey millum 60 og 67, ið var størsti bólkurin, 31 prosent, men eru hesi nú bert 17 prosent av teimum arbeiðstøku.