91 ára gamli Sverri Mortensen á odda

Fyri 22. ferð sýndu limir í Føroya Ellisakførum fram sínar gomlu bilar og motorsúkklur undir flaggdagshaldinum í Havn í gjár. Og »traditionen tro«, so var 91 ára gamli Sverri Mortensen á Argjum á odda fyri teimum um 25 gomlu bilunum og nógvu motorsúkklunum. Tey fyrstu 20 árini koyrdi hann sjálvur á odda við síni BSA, sum hann keypti frá eingilskmonnunum eftir kríggið í 1945 - og sum hann setti í stand í sambandi við vitjanina hjá Lowats Scouts í 1990.

Hóast Sverri Mortensen framvegis koyrir bil og er at síggja í svimjihøllini í Havn hvønn einasta dag, so heldur hann seg ikki til at koyra motorsúkklu. Tí er hann nú við sum ferðamaður í fremsta bili, sum er tann elsti – ein Ford A frá 1930.

Sverri er ein av teimum fáu føroyingum, sum hevur upplivað einar bilfríar Føroyar. Hann er einasti limur í Føroya Ellisakførum, sum er føddur áðrenn fyrsti bilurin kom til landið tann 6. mai í 1922. Sverri er føddur 19. mars í 1922. Hann er kendur bilmaður, lærdi í síni tíð í smiðjuni hjá Askham í Lítluvik, og arbeiddi í næstan hálva øld hjá Vilhelm Nielsen, sum saman við Wenzel Petersen seldi tann fyrsta bilin til Johannes Olsen og Júst Sivertsen – ið kom á land á Kongabrúnni tann 6. mai í 1922.

Á myndini sæst Sverri Mortensen við einum Opel Kadett B frá 1973. Tann Opel-ekspertur, sum Sverri er, so kennir hann garanterað hvørja skrúvu í hesum bili.