Sambært tíðindastovunum vórðu tey 91 burturflutt í bygdimi Kummabza, sum er nakað norðan fyri býin Maiduguri, sum er høvuðsstaður í landspartinum Borno. Summar keldur vilja vera við, at umleið 30 bygdarfólk doyðu, tá Boko Haram leyp á bygdina.
Fleiri altjóða tíðindastovur skriva um álopið, og lokalar keldur hava váttað, at nógv fólk eru burturflutt. Teir nigerisku myndugleikarnir hava ikki váttað tíðindini.
Tann 14. apríl burturflutti Boko Haram meiri enn 270 gentur úr einum ungdómsskúla í bygdini Chibok og flutti tær til eitt øki nærhendis markinum við Kamerun. 57 av gentunum eru slopnar leysar, men 219 eru framvegis ikki komnar afturíaftur.