Amerikanski stovnurin Population Reference Bureau hevur roknað seg fram til, at um 46 ár fara meiri enn níggju milliardir fólk at búgva á Jørðini.
Stovnurin sigur, at í 2050 verður fólkatalið í heiminum 9,3 milliardir, men samstundis vísa framrokningarnar, at í fleiri londum fer fólkatalið at minka. Talan er serliga um ídnaðarlondini, og minkingin kemst av, at fólk fáa færri børn, og at búskapurin fer at vikna. Ein triða orsøk er, at fleiri av ídnaðarlondunum hava gjørt av seta mark fyri, hvussu nógvum fremmandafólki tey vilja taka ímóti. Serliga Japan verður meint rakt. Har fer fólkatalið sambært framrokningunum at minka heili 20 prosent.
USA er harafturímóti eitt undantak, tá talan er um gongdina í ídnaðarlondunum. PRB roknar við, at fólkatalið í USA fer at veksa heili 43 prosent tey næstu 46 árini, soleiðis at 420 fólk fara at búgva har í 2050. Í dag búgva 293 milliónir fólk í USA.










