90.000 krónur fyri at kanna ravn

Hvussu búleikast ravnur í Føroyum? Tað hevur Abraham Mikladal fingið stuðul til at kanna.

Ein verkætlan, sum landsstýrismaðurin í umhvørvismálum, Jacob Vestergaard, hevur játtað stuðul til av játtanini til umhvørvisverndartiltøk, er verkætlanin “Ringmerking og gransking av ravni í Føroyum".

 

Tað er Abraham Mikladal, sum hevur fingið 90.000 krónur í stuðli til hesa verkætlan.

 

Endamálið er at granska, hvussu ravnur, Corvus corax varius, búleikast í Føroyum, og á tann hátt fáa til vega meira vitan um ravnin.

 

Ætlandi skal verkætlanin geva innlit í, hvussu ravnur búleikast, og hvørja ávirkan hann hevur á umhvørvi og náttúru, og hvørja ávirkan umhvørvi og náttúra hevur á ravnin.

 

- Tá verkætlanin er liðug, verða granskingarúrslit og vitan samlað og útgivin á prenti og talgilt, sigur Fiskimálaráðið í viðmerking til hesa játtanina til umhvørvisverndartiltøk.