Dmytro Smolienko/SIPA/Ritzau Scanpix

900 ukrainskir skúlar og sjúkrahús í sori

KYIV: Yvir 900 skúlar, sjúkrahús og kirkjur í Ukraina eru løgd í oyði síðani Russland leyp á landið 24. februar í 2022.

 

Dmytro Smolienko/SIPA/Ritzau Scanpix

Tað vísir uppgerð, sum amerikanska blaðið The New York Times hevu gjørt í samstarvi við tveir greinarar út frá fylgisveinamyndum.

Sambært blaðnum er kanningin tann besta heildarmyndin av øllum oyðileggingunum í sambandi við meira enn tvey ára drúgva kríggið.

Skúlar, sjúkrahús og kirkjur eru vard undir humanitera fólkarættinum – eisini kent sum Genève-konventiónirnar.

The New York Times skrivar, at oyðilegginginarnar svara til støðuna í Dresden ella London eftir seinna heimsbardaga.

Tilsamans eru fýra ferðir so nógvir bygningar, sum tað eru á Manhattan í New York, lagdir í oyði, skrivar blaðið.

/ritzau/

 

 

Dmytro Smolienko/SIPA/Ritzau Scanpix