900 partaeigarar

Liðugt er at tekna partapening í FaroeJet, og eini 900 partaeigarar hava teknað góðar 25 milliónir í partapeningi

Jóhan Simonsen, stjóri, sigur, at tað hevur gingið strúkandi við at fáa fólk at seta pening í nýggja flogfelagið.
 
Flest privatpersónar
- Tað eru umleið 900 partaeigarar í FaroeJet. Um gjørt verður upp í krónum og oyrum, eru tað partafeløg og fyritøkur, ið eiga størsta partin, men í tali av partaeigarum eru privatpersónarnir við yvirlutan, sigur Jóhan Simonsen.
Hann greiðir frá, at tey, ið eiga minst, eiga 1000 krónur í felagnum, meðan størstu partaeigararnir eiga 2,5 milliónir krónur.
- Størstu einstaku partaeigararnir eru partafeløg, men tað er tó onkur einstakur privatpersónur, ið hevur teknað oman fyri eina millión, greiðir Jóhan Simonsen frá.