At føroysku bankakundarnir framyvir skulu nýta donsku NEMID skipanina fyri at nýta nettænasturnar hjá bankunum hevur elvt til mikið kjak.
Nú eru fólk, sum hava tikið stig til at vísa sína misnøgd á Facebook. Talan er um mótmælissíðuna ‘Eg vil ikki brúka NEMID til netbankan’, sum 933 fólk longu hava dámað.
Mótmælini hava verið ymisk frá degi eitt. Summi er sannførd um, at NEMID ikki er tryggasta tøka loysnin á marknaðinum, onnur at hetta er at undirgravað føroyska KT-ídnaðin og uppaftur onnur undrast, tí viðkvæmir upplýsingar verða fluttir av landinum at umsita.
Les eisini: Jørgen vónar at bankarnir bakka
Fíggjarmálaráðharrin, Jørgen Niclasen, hevur í orðaskiftinum ført fram, at tað eru bankarnir sjálvir, ið ynskja NEMID. Hósdagin vísti hann á, at hann ynskti ikki, at Føroyar lótu seg kroysta til eina útlendska KT loysn.
Á nýggju facebook síðuni er boðskapurin tó greiður, har yvirlýsingin sigur:
- Føroyskir bankar gevið gætur - vit vilja ikki hava NEMID!










