Princess Seaways kom á Kollafjørð í gjár og verður liggjandi til leygardagin. 800 ferðafólk vóru umborð og sambært Hildur Djurhuus frá 62°N, skulu 900 ferðafólk gista umborð til skipið fer frá aftur leygardagin.
Tað eru 62°N í Føroyum og Hjørring Rejsecenter, ið saman hava leiga skipið.
- Princess Seaways siglir vanliga á rutuni hjá DFDS millum Amsterdam og Newcastle, men er nú leigað út í samband við sólarmyrkingina, sigur Ingimar Tor Thomsen, skipari á systirskipinum King Seaways, ið siglir á somu rutu.
Hann greiðir frá, at Princess Seaways ikki fer frá bryggju at hyggja at sólarmyrkingini, men verður liggjandi á Kollafirði til leygardagin.