Myndugleikarnir í Peru kanna nú, hvussu tað ber til, at umleið 900 deyðar delfinir eru riknar á land har teir seinastu fýra mánaðirnar.
Summi vísindafólk halda, at delfinirnar kunnu vera fongdar við einum ella øðrum virusi, sum hevur gjørt av við tær. Onnur halda, at dálking kann vera orsøkin, og uppaftur onnur hava heft seg við, at delfinirnar eru deyðar, meðan eitt oljufelag hevur gjørt seismiskar kanningar í økinum.
Myndugleikarnir siga, at teir velja at bíða, til kanningar kunnu staðfesta, hví delfinirnar eru deyðar.