Uttanríkisráðið hevur gjørt av at lata 900.000 krónur til Heimsmatvørufelagsskapin undir Sameindu tjóðum, World Food Programme. Peningurin fer til eina verkætlan í Lesotho í syðra parti í Afrika og endamálið er at tryggja børnum grundleggjandi skúlagongd.
Heimsmatvørufelagsskapin samstarvar í løtuni við stjórnina í Lesotho um at veita skúlanæmingum tvær ókeypis máltíðir um dagin.
Fíggjarliga støðan í landinum ger tað tó tórført hjá nógvum børnum at sleppa í skúla. Familjurnar eru illa fyri fíggjarliga, og børnini verða tí noydd at arbeiða ístaðin fyri at ganga í skúla.
Uttanríkisráðið raðfestir útbúgving og heilsu fremst í menningarsamstarvi.
- Útgangsstøðið er sjálvberandi menning, og tá er útbúgving grundarlagið. Men góð heilsa er ein treyt fyri at kunna læra, tí hanga útbúgving og heilsa óloysiliga saman.
Verkætlanin sum Uttanríkisráðið stuðlar hevur til endamáls at tryggja børnum grundleggjandi skúlagongd við at lata teimum tvær ókeypis máltíðir um dagin. Ætlanin er á henda hátt at fáa fleiri børn í skúla og at fyribyrgja at foreldur taka børn síni úr skúlanum. Máltíðirnar bøta somuleiðis um heilsuna og hugsavningarevnini hjá næmingunum so at tey fáa meira burturúr skúlagongdini.
Mynd:WFP/ Makhahlo Mosothoan.









