Amerikanski súkklarin, 90 ára gamli Carl Grove, varð eftir eina súkklukapping í fjør summar, har hann setti heimsmet, tikin fyri doping.
Við dopingkanning varð nevniliga staðfest, at hin gamli hevði tikið epitrenbolone, tá hann luttók í meistaraskapi í breytarsúkkling við sera góðum úrsliti.
Sjálvur segði Carl Grove, at tað helst var vánaligt kjøt, sum var orsøkin til positivu dopingroyndina, men dagin fyri hevði royndin hjá honum verið negativ.
USADA (US Anti-Doping Agency) sigur, at hin 90 ára gamli súkklarin hevur góðtikið eina ávaring, samstundis sum hann missir heimsmetið, sum hann setti í juli.
Hetta skrivar norska heimasíðan www.vg.no í dag.










