Nú, tú hevur lagt tíni níti ár um bak, og veit teg at hava framt álitisverk frá ungum árum av og gjøgnum langt áramál, til gagns í felagsarbeiði við strevi fyri mannsømiligum korum á sjógvi og landi, í heimbygd tíni og oyggj, eins og í øllum landinum og eisini uttanlands, verður tær og tínum veitt heilsan og tøkk við minnum um farnar dagar og ynskjum um blíðan byr í kvøldloti svølum.
Starvsbrøður frá Íslandstíðini 1941










