Ein umfatandi og eisini vóngevandi kanning í Ísrael vísir, at vandin fyri at doyggja við covid-19 minkar við 90 prosentum, um tú hevur fingið triðju koppseting við koppingarevni hjá Pfizer - í mun til, um tú bert hevur fingið tvær koppsetingar.
Granskingarúrslitini í ísraelsku kanningini eru prentað í tíðarritinum, New England Journal of Medicine, og tey byggja á stívliga 840.000 fólk, sum vóru 50 ár og eldri.
Fólkini í eftirlitsbólkinum høvdu fingið aðru koppseting við Pfizer-koppingarevni í minsta lagi fimm mánaðir frammanundan.
Kanningin varð gjørd, eftir at ísraelsku myndugleikarnir hin 30. juli í ár góvu grønt ljós fyri, at nú kundu fólk fáa triðju koppseting - ella ein sonevndan boostara.
Hetta hendi eftir, at smittan í landinum var farin til himmals við delta-frábrigdinum, sum tá var komið til landið, samstundis sum tað var vorðið greitt, at virknaðurin av Pfizer-koppingarevninum minkaði við tíðini.
Í kanningini samanbóru granskarar deyðstíttleikan millum luttakarar, sum fingu boostaran og luttakarar, sum ikki fingu. Tilsamans luttóku 843.208 fólk í kanningini, og av hesum fingu 758.118 eina triðju koppseting í teir 54 dagarnar, sum kanningin vardi.
Í boostara-bólkinum doyðu 65 fólk við covid-19 samanborið við 137 fólk í bólkinum, sum ikki hevði fingið triðju koppseting.
- Luttakararnir, sum fingu boostaran í minsta lagi fimm mánaðir eftir aðru koppseting við Pfizer-koppingarevninum, vóru í 90 prosent minni vanda fyri at doyggja við covid-19 samanborið við fólk, sum ikki høvdu fngið triðju koppseting.
Tað er niðurstøðan hjá granskarunum í umfatandi kanningini, sum er gjørd, áðrenn omikron-frábrigdið tók seg upp. Men, hildið verður, at triðja koppseting eisini gevur góða verju ímóti omikron, sum nú ger um seg.