90 milliónir til gransking kann verða spill av pengum

 Tað almenna skal halda seg langt burtur frá at mynda og stýra vinnuligari gransking, og tí er tað spill av skattaborgarans pengum at brúka 90 milliónir krónur til at byggja eina føroyska granskingarpark, heldur Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum

Tað almenna hevur ikki skil fyri at skipa og stýra vinnuligari gransking. Tað skal vinnan gera sjálv. Tí er tað spill av skattaborgarans pengum at brúka 90 milliónir krónur til at byggja eina føroyska granskingarpark, um endamálið einans er at styrkja eina útvalda vinnugrein  í hesum førinum ílegugransking.
Tað heldur Johnny í Grótinum, sum er formaður í Búskaparráðnum.
 Tað almenna skal skipa fyri gransking í almennum viðurskiftum, sum kunnu koma okkum øllum til góðar. Hinvegin skal tað almenna ikki blanda seg upp í og als ikki royna at stýra vinnuligari gransking. Tað skal vinnan sjálv gera, tí politikarar hava ikki skil fyri tí, sigur Johnny í Grótinum.
 Tað almenna skal heldur brúka pengar til at skapa góðar útbúgvingar í Føroyum, at lata stuðul til granskaraútbúgvingar og at skapa karmar fyri gransking í lóggávuni. Tær 90 milliónirnar, sum ætlanin er at brúka til eina granskingarpark, høvdu verið nógv betur brúktar til at bygt ein nýggjan miðnámsskúla, heldur hann.

Ávarar ímóti tilmæli
Ein arbeiðsbólkur hjá Vinnumálaráðnum hevur júst latið úr hondum eitt tilmæli um, hvussu ein føroysk granskingarpark kann skipast, og ein partur av hesum tilmæli er, at tað skulu vera tvey øki, sum føroyingar skulu prioritera fram um øll onnur  hetta eru biotøkni og biokunning.
 Tað er frálíkt, at tað almenna á hendan hátt tekur stig til at lýsa gransking og fortreytirnar fyri meiri gransking í Føroyum, tí gransking hevur stóran týdning fyri øktum búskaparvøkstri, men eg vil ávara ímóti, at tað almenna fer at seta kósina fyri vinnuliga gransking. Hetta er eitt sera fløkt øki, sum tað almenna ongan førleika hevur til at skipa. Myndugleikarnir skulu heldur upplýsa um møguleikarnar í Føroyum, skapa góðar karmar fyri gransking, og so lata vinnuna seta pengar til og gera av, hvat tað skal granskast í, sigur Johnny í Grótinum.
Hann nevnir eitt dømi í Íslandi, har felagið DeCode hevur brúkt fleiri milliardir føroyskar krónur til ílegugransking síðstu 10 árini. Møguliga kunnu teir handilsliggera tað fyrsta patentið komandi ár, so at inntøkur kunnu koma. Tað tekur drúgva tíð og stórar íløgur, áðrenn slík vinnulig gransking kann kasta nakað av sær.
 Tí er tað alneyðugt, at tað eru privatar fyritøkur, sum vilja brúka pengar upp á gransking í Føroyum, og at hesi feløg sjálvi sleppa at gera av, hvat tað skal granskast í. Um slíkar fyritøkur eru villigar at gera íløgur fyri fleiri milliardir í Íslandi, munnu tær eisini vera villigar at brúka tær fyrstu 90 mió.kr her  annars er neyvan nakað at koma eftir. Tað almenna skal halda seg langt burtur frá at mynda og stýra vinnuligari gransking. Hinvegin hevur tað almenna júst skapt nakrar av karmunum fyri ílegugransking við lóggávu um ílegusavn, sigur Johnny í Grótinum.