90 milliónir harraleysar krónur

SKAT leitar eftir eigarunum av 8.500 bankakontum við tilsamans 90 milliónum krónum innistandandi. Eigur tú onkra teirra?

SKAT leitar nú eftir eigarunum av 8.500 stongdum bankakontum. Tilsamans standa um 90 milliónir krónur á kontunum.

 

Tað er serliga í bankunum Nordea, Jyske Bank og Nykredit, at nógvar kontur standa uttan eigara í løtuni. Konturnar hava nú verið stongdar í tvey ár uttan at eigararnir hava latið við seg koma. Gera eigararnir ikki vart við seg komandi 12 mánaðirnar, fella pengarnir í statskassan, sigur TV2.

 

Sambært donskum miðlum standa 5,6 milliónir krónur á einari av kontunum, meðan tað standa yvir 100.000 krónur á 114 kontum. Tað kann tí vera heilt fitt av peningi at heinta.

 

TV2 hevur gjørt eina einfalda leitiskipan, so skjótt er at kanna, um títt navn stendur á listanum. Fleiri føroysk nøvn eru á listanum og í fleiri førum er eisini viðmerkt, at eigarin býr ella hevur búð í Føroyum.

 

Kanska fært tú eina óvæntaða jólagávu í ár? Leitiskipanina er at finna niðast í greinini, tú endar á, tá tú trýstir her.