90 milliónir at byrja við

Arbeiðsbólkur roknar við, at tað kostar 90 milliónir krónur at seta gongd á føroyska granskarapark

Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt tilmæli um føroyska granskarapark, hevur gjørt eina meting av, hvat tað fer at kosta at fáa ein føroyskan granskingardepil at virka.
Arbeiðsbólkurin mælir í fyrstu syftu til, at 7 milliónir krónur verða settar av til projektering og forkanning av granskaraparkini.
Síðani skal tað almenna yvir trý ár játta samanlagt 70 milliónir til byggingina av parkini.
Arbeiðsbólkurin heldur, at tað fyrstu árini eisini verður neyðugt við pengum til rakstur. Bólkurin mælir til, at í fyrstu atløgu verður játtað granskaraparkini fígging til rakstur fyrstu fýra árini.
 Meting um rakstur og fíggjartørv verður síðani gjørd eftir fýra árum, hvørt almenn játtan framvegis er neyðug. 4 mió. kr. verða játtaðar fyrsta árið, og næstu árini verður árliga játtanin 3 mió. kr., skrivar arbeiðsbólkurin í tilmælinum.
Arbeiðsbólkurin mælir til, at peningur verður játtaður til at seta trý granskingarprofessorat innan ávikavist human genomics, ídnaðarlig biotøkni og djóra genomics. Hesi skulu gera sítt til at granskingin í parkini verður á høgum altjóða støði.
 Mett verður, at hvørt professoratið fer at kosta einar 1,5 - 2,0 mió kr. um árið og eina granskarajáttan á uml. 5,0 mió kr. um árið. Professoratini verða tíðaravmarkað til 5 ár, skrivar arbeiðsbólkurin.
Bólkurin heldur eisini, at granskaraparkin skal draga til sín eksterna fígging og verkætlanir, sum skulu fíggja raksturin.
Samanlagt skal tað almenna brúka 90 milliónir krónur til at fáa granskaraparkina at virka umframt eina serliga granskarajáttan á fimm milliónir um árið.