90 føroyingar á Anfield

Millum mongu áskoðararnar á Anfield Road í Liverpool í gjár vóru eisini 90 føroyingar, sum fóru á eindagsútferð til Liverpool. Farið varð avstað klokkan 9.30 í gjáramorgunin, og so gekk dagurin annars við at hugna sær og síggja Liverpool buka Newcastle, áðrenn kósin á kvøldi aftur varð sett móti flogvøllinum í Vágum.