Ódnin Tembin hevur kravt 90 mannalív í syðra parti av Filippinunum, upplýsa myndugleikar sambært Reuters.
Tropiska ódnin hevur karvt umleið 90 mannalív í syðra partinum av Filippinunum. Fleiri eru saknað.
Tað upplýsa myndugleikarnir í morgun sambært tíðindastovuni Reuters.
Fyrr um dagin í gjár ljóðaði, at talið av deyðum lá um 30.
19 eru deyð nærindis býnum Tubod á oynni Mindanoao, har ódnin, sum hevur fingið navnið Tembin, hevur viðført stóra vatnflóð og skriðulop.
Ein heil bygd í økinum er lagd í oyði, upplýsir lokala løgreglan sambært AFP.
Fýra onnur eru deyð í bygdum og býum nærindis, upplýsir løgreglan eisini. Sjey doyðu í landspartinum Lanao del Sur, upplýsa tænastufólk í verjuni á Filippinunum.
Fleir fólk eru saknað eftir at verða jarða undir skriðulopi ella skolað burtur av flóðvatni.
12.000 fólk eru flýdd heimanífrá.
Í miðal verða Filippinurnar raktar av 20 ódnum um árið – nógvar teirra krevja fleiri mannalív.
Mindanao, har 20 milliónir fólk búgva, verður tó sjáldan rakt av syklonum.
Eftir athava volt oyðingar á Mindanao í gár herjaði Tembin víðari vestur eftir Sulu havinum við hvirlum upp í 95 kilometrar um tíman.
Sambært filippinsku veðurtænastuni verður roknað við, at Tembin rakar suðurendan á vesturoynni Palawan í dag.
Tembin herjar minni eina eina viku eftir, at tropiska ódnin Kai-Tak herjaði í Filippinunum og kravdi 54 mannalív. 24 eru framvegis saknað.
/ritzau/