Minst 90 fólk eru deyð í stórari vatnflóð har norðuri í India Í Bihar-landspartinum har norðuri í India er vatnflóð, og myndugleikarnir siga, at higartil hava mionst 90 fólk latið lív. Aðrar keldur siga, at tað rætta talið er nógv størri.
Teir lokalu myndugleikarnir siga, at vatnflóðin er tann ringasta í 50 ár, og at fleiri hundrað bygdir og stór landbúnaðarøki eru oyðiløgd.
Fleiri hjálparfelagsskapir siga, at indisku myndugleikarnir vóru alt ov seinir at hjálpa teimum, sum komu í neyð av vatnflóðini.