90'ara sjónvarpsrøð ger comeback

Ein væl umtókt amerikansk sjónvarpsrøð í 1990’unum var ”Roseanne”, har Roseanne Barr og John Goodman høvdu høvuðsleiklutirnar. Røðin fylgdi gerandisdegnum hjá Connor-familjuni og varð eisini sýnd í føroyskum sjónvarpi.

Nú veit blaðið Variety at siga, at ”Roseanne” kemur aftur á skíggjan meira enn 20 ár eftir, at røðin var send seinastu ferð. Og sambært sama miðli verða upprunaligu høvuðspersónarnir við í nýggju røðini.

Eisini fólk, sum framleiddu upprunaligu røðina skulu verða við í framleiðsluni av nýggju pørtununum.

Nýggju sesongir, tey kalla, vóru framleiddar av ”Roseanne”, og seinasti parturin varð sendur í 1997.