Tríggir kvinnur høvdu ávikavíst 15, 30 og 45 ára starvsdag, og tí bleiv skipað fyri samkomu, har tær tríggir eisini vórðu heiðraðar av borgarstjóranum.
Maj-Britt Ellendersen, sum í fleiri ár hevur havt pedagogiska ábyrgd í Birkilund, hevði 15 ára starvsdag 1. okt 2013.
Varaleiðarin í Birkilund, Eyðvør Jensen, hevði 30 ára starvsdag, sum varaleiðari, tann 1. juli 2013.
Longu starvstíðina í Birkilund hevur Hanna Elisabeth Dam (Hannebeth), sum tann 1. septembur hevði 45 ára starvsdag t. Hon hevur verið gjøgnum nógvar broytingar á økinum bæði so og so, og longu sum 15 ára gomul genta byrjaði hon at arbeiða í vøggustovuni við Strond, síðan bleiv tað Lutzenstrøð, Birkilund og nú er hon, saman við sínum starvsfeløgum, flutt í Vípuna.