Fríggjadagin bjóðaði M.J. Saltsøla til móttøku í nýggja bygninginum hjá felagnum Við Rætt á Toftum.
Tað er J & K Petersen, ið hevur bygt goymslubygningin, sum nú stendur liðugur. Demich hevur gjørt hita og sanitet, og Elmek hevur gjørt el-arbeiðið.
Bygningurin, sum felagið nú eigur og rekur á Toftum, er slakar 1500 fermetrar stórur.
Síðan virksemið so smátt byrjaði fyrr í summar, hevur M.J.Saltsøla fingið tvær lastir við salti beinleiðis úr Ibiza. Hin fyrra var á 3.000 og hin seinna á 3.500 tons.
Magni Johannesen er stjóri í M.J.Saltsølu, og pápi hansara, Mortan Johannesen, er nevndarformaður í felagnum.
- Vit høvdu millum 90-100 fólk inni á gólvinum við móttøkuna fríggjadagin. Her vóru bæði veitarar, viðskiftafólk, ymisk umboð og fólk við áhuga fyri okkara virksemi.
Magni sigur, at hann beyð vælkomin, og eisini segði pápi hansara, Mortan, nøkur orð. Borgarstjórin í Nes kommunu, Símin Johannesen, beyð eisini M.J. Saltsølu vælkomnari til bygdar.
- Hetta er fínasta slag. Vit hava fingið júst tann bygning, sum vit vildu hava, og nú er bara okkurt smávegis eftir at gera.
Magni Johannesen sigur, at samstarvið, sum hevur verið millum M.J.Saltsølu og Nes kommunu, hevur verið fyrimyndarligt.
- Vit kenna okkum hjartaliga vælkomnar her í kommununi, sigur stjórin í M.J. Saltsølu, Magni Johannesen.









