9 umsóknir til skúlastjóra í Klaksvík

Tá ið freistin at søkja starvið í stóra samanlagda skúlanum í Klaksvík, var úti fyrradagin, vóru 9 umsóknir komnar.

 

Tá ið freistin at søkja starvið í stóra samanlagda skúlanum í Klaksvík, var úti fyrradagin, vóru 9 umsóknir komnar. Tað skrivar Skúlablaðið.

 

 

Nýggi samanlagdi skúlin verður størsti skúli í landinum og fer at hýsa 778 næmingum í 1. til 10. flokki. 65 lærarar eru í føstum starvi á skúlanum. Nýggi samanlagdi skúlin er ein samanlegging av skúlanum á Ziskatrøð og skúlanum við Ósánna.