9 tikin uttan belti

Løgreglutíðindi

Fyrrapartin í gjár gjørdi løgreglan í Havn nakrar grein 13 kanningar. Klokkan 11 fyrrapartin vóru níggju tikin fyri at hava koyrt uttan trygdarbelti, so tey kunnu øll vænta sær eina heilsan frá fútanum í næstu framtíð.