9 stig av 10 møguligum

VB hevur fingið luft undir veingirnar. Vágskvinnur hava ikki tapt seinastu fimm landskappingardystirnar

Egil Steintórson var harmur, tá Sosialurin tosaði við hann eftir javnleiki móti Tjaldur í Runavík tann 7. februar. Hann noyddist at staðfesta, at leikarahópurin hevur verið illa darvaður av skaðum, og tað hevur havt við sær, at VB eigur ongan virknan leiklut í oddastríðnum.
- Eg veit ikki, um tað er ein fyrimunur, at vit hava lítið at spæla fyri. Vit vilja sjálvandi vera við í oddastríðnum, men mugu bara ásanna, at tað er ov seint, segði hann tá.
VB dragnaði tíðliga í stríðnum um at vinna seg í finalurnar um føroyameistaraheitið. Kvinnurnar í Vági hava tískil bara roynt seg í leiklutinum at arga ovastu liðini. Tað hevur eydnast serliga væl seinastu vikurnar. Vágskvinnur hava ikki tapt seinastu fimm landskappingardystirnar, og tað hava millum annað vunnið á Stjørnuni og spælt javnt móti Tjaldri. Í gjár vann VB á botnproppinum StÍF, sum vitjaði í høllini í Vági. Úrslitið var 31-23.

Málverjin fekk reytt kort
Tað fekk ikki stórvegis ávirkan, at málverjin hjá VB fekk reytt kort í fyrra hálvleiki. Hon brúkti neyðbremsuna og steðgaði einum mótstøðuleikara. Dómararnir sóu ikki annan møguleika enn at vísa henni av vøllinum. Eykamálverjin stóð seg væl. VB var á odda allatíð, og StÍF rann mest sum bara aftaná.
VB hevur skavað níggju stig av 10 møguligum inn undir seg seinastu fimm landskappingardystirnar. Vágskvinnur hava seinastu vikurnar vunnið á Stjørnuni, Kyndli, VÍF og StÍF, og spælt javnt móti Tjaldri.