9. steypafinalan millum B36 og HB í søguni

HB hevur higartil vunnið seks av teimum átta steypafinalunum har B36 hevur verið mótstøðuliðið

Fyri fyrstu ferð í 27 ár møtast HB og B36 í steypafinaluni hjá monnum.

 

Talan verður um níggjundu steypafinaluna millum HB og B36 síðani føroyska steypakappingin byrjaði í 1955.

 

Í gomlum døgum møttust HB og B36 rættiliga ofta í steypafinaluni. Í 1959 vann HB 1-0 á B36 í steypafinaluni. Í 1963 møttust liðini aftur í steypafinaluni, og tá vann HB heili 7-1.

 

Í 1964 varð talan um tvær spennandi uppgerðir. Fyrru ferð, tá liðini leiktu á Sevmýru á Tvøroyri endaði steypafinalan við javnleiki 3-3. Nakrar dagar seinni var umdystur í Gundadali sum HB vann tepurt 4-3.

 

Í 1965 fekk B36 loksins hevnd fyri undanfarnu steypaósigrarnar, tá teir vunnu 3-2 á HB í steypafinaluni.

 

Liðini møttust aftur í steypafinalunum í 1968, og í 1969. Ì 1968 vann HB 2-1, og í 1969 vann HB 2-0 í steypafinaluni. 

 

Liðini møttust aftur í steypafinaluni í 1972, tá HB vann heili 6-1. Síðani gingu 19 ár, áðrenn liðini møttust aftur í steypafinaluni í 1991. Tá vann B36 1-0.

 

HB hevur vunnið steypakappingina 26 ferðir sum er føroyskt met, seinast var í 2004 tá HB vann 3-1 á NSÍ í finaluni. B36 hevur vunnið steypakappingina fimm ferðir, seinast í 2006 tá B36 vann 2-1 á KÍ í finaluni. 

 

FM1 sigur frá finaluni um løgmanssteypið í kvøld. Tróndur Arge verður frásøgumaður og Teitur Joensen verður viðmerkjari. FM1 sendir frá klokkan 13 í dag.  

 

Steypafinalurnar millum HB og B36 higartil í føroysku fótbóltssøguni eru hesar: 

 

1959HB1–0B36Gundadalur
1963HB7–1B36Gundadalur
1964HB3–3 B36Sevmýri, Tvøroyri
Umdystur: 4–3 Gundadalur


1965B363–2HBGundadalur
1968HB2–1B36Gundadalur
1969HB2–0B36Gundadalur
1972HB6–1B36Gundadalur
1991B361–0HBGundadalur