Grannskoðari
32 ára gamli Hans Laksá úr Havn, hevur seinastu 12 árini starvast hjá Rasmussen og Weihe. Við síðuna av arbeiðinum hevur hann hesi árini nomið sær útbúgving innan økið, og nú um dagarnar stóð hann seinastu royndina í so máta, tá hann var til próvtøku sum ríkisgóðkendur grannskoðari.
Hóast 32 ár er ein ógvuliga ungur aldur innan økið, so heldur Hans sjálvur, at hetta ikki hevur verið so øgiliga stríggið at koma ígjøgnum.
- Tað er jú eisini áhugi. Tað kann vera, at tú skalt vera eitt sindur egin, um tú skalt tíma hetta, men hjá mær hevur hugurin alla tíðina verið til tað. Eg fór mest sum alt undir HD-lesna, tá eg byrjaði í starvinum. Í 2002 var eg liðugur við cand.merc.aud, sum er ástøðiligi parturin av ríkisgóðkenniningi, og síðani tá havi eg fyrireika meg til hesa próvtøkuna.
Við hesum er talið av virknum ríkisgóðkendum grannskoðarum í Føroyum komið á 9. Hjá Rasmussen og Weihe hevur stjórin, Klaus Rasmussen, verið einsamallur um góðkenningina, síðani Carl Wilhelm Weihe, sáli, andaðist, men við eini góðkenning í fyritøkuni er helst lagt upp til onkrar broytingar í bygnaðinum. Enn er tó ikki greitt, hvørt talan møguliga verður um eitt slag av partnarskapi, soleiðis sum tað er hjá eitt nú Spekt, har fimm starvsfólk hava góðkenning, og har øll eiga sín lut í virkinum, sum Pauli Ellefsen átti einsamallur fram til 1998.
Tey níggju, sum nú hava heitið sum ríkisgóðkendir grannskoðarar í Føroyum, eru: Hans Laksá og Klaus Rasmussen hjá Rasmussen og Weihe. Jógvan Amonsson hjá Inpact. Pauli Ellefsen, Súni Schwartz Jacobsen, Árni Ellefsen, Finnbjørn Zachariasen og Mirjam Haraldsen hjá SPEKT og Símun Absalonsen, sum eigur og rekur ADS-grannskoðan.










