9. floks næmingar máttu víkja fyri fiskinum

Vegna misskiljing vórðu næmingarnir, sum húsast í ítróttarhøllini í Klaksvík sendir heim í dag

Ein misskiljing sendi næmingar í 9. flokki á Skúlatrøð í Klaksvík heim í dag, tí hølini har flokkurin húsast í ítróttarhøllini skulu brúkast til fiskivinniráðstevnuna Atlantic Fish Fair, sum byrjar í morgin.

 

 

Í morgin verður Atlantic Fair í ítróttarhallunum í Klaksvík. Í einum av hølunum í høllini húsast ein 9. flokkur í á Skúlatrøð. Avtala varð gjørd millum skúlan og fyriskipararnar av ráðstevnuni um, at hølini har flokkurin húsast skuldi brúkast til ráðstevnuna í morgin og inn til stevnan endar. Ein misskiljing gjørdi tó, at øll borðini og stólarnir vóru ruddaðir burtur, tá flokkurin møtti upp til undirvísing í morgun. Tí vóru summir av næmingunum, sum ikki høvdu undirvísing í øðrum hølum í dag, sendir heim, greiðir Vagn Foldbo, skúlastjóri á Skúlatrøð í Klaksvík, frá.

 

 

-Fólk sum rigga til til Atlantic Fish Fair hava verið í hølunum í vikuskiftinum hava ruddað hølini. Vit høvdu eina ordning frá í morgin av, men í dag høvdu vit væntað at brúkt hasi hølini, sigur hann.