Selt nógvar gaggur
Navn : Dan Andreasen
Flokkur: 9.a
Bygd: Eiði
Praktikkpláss: Sportmaster
1. Er nøkur serlig orsøk til at tú valdi júst hetta arbeiðsplássið?
- Mær dámar sera væl ítrótt, so eg helt at tað kundi vera sera skeg at farið og selt ítróttarútgerð.
2. Er arbeiðið, so sum tú helt at tað fór at vera?
- Nei. Tað er ikki akkurát sum eg helt at tað fór at vera, men tað hevur verið skeg.
3. Hvat gert tú vanliga?
- Eg hjálp kundum, leggi klæðir og vørur uppá pláss.
4. Hvat hevur tú gjørt í dag?
- Tað hevur ikki verið nógv at gera í dag, men eg havi selt gaggur og sett vørur uppá pláss.
5. Kundi tú hugsað tær at arbeitt við hesum seinni í lívinum?
- Hettar er kanska ikki akkurát eg, men okkurt líknandi.
Tað sama sum hinar dagarnar
Navn: Hannes Debes
Flokkur: 9.A
Bygd: Norðskála
Praktikantpláss: Expert
1. Er nøkur serlig orsøk til at tú valdi júst hetta arbeiðsplássið?
- Mær dámar væl elektrisk ting, spøl filmar o.s.fr.
2. Er tað sum tú helt at tað fór at vera?
- Ja, nøkulunda. Tað er jú eitt arbeiði.
3. Hvat gert tú vanliga?
- Standi við kassan, fari eftir vørum og hjálpi kundunum
4. Hvat hevur tú gjørt í dag?
- Eg havi faktisk gjørt tað sama í dag, sum øllum øðrum døgum her á staðnum, staðið við kassan o.s.fr.
5. Kundi tú hugsað tær at arbeitt við hesum seinni í lívinum?
- Ja, men í einum ávísum øki so sum sjónvarp ella bara filmar.









