Øll 9 fólkini doyðu.
– Talan er um eitt flogfar við níggju fólkum umboðr, sum er dottið niður nærindis Storsandskär. Vit vita ikki nógv meira, vit eru júst komin á staðið, sigur leiðarin í bjargingartænastuni í Umeå.
Aftonbladet hevur tosað við fólk, sum sóu flogfarið detta niður:
– Vit sóu ein part lenda á vatninum, nakað, vit hildu vera eina dronu, men tað má hava verið ein partur av flogfarinum. Tað lendi einar 100 metrar frá okkum. Ein persónur er tikin upp við tyrlu.
Vitni hava sagt svensku sjónvarpsstøðin SVT, at tey hava sæð fólk lopið úr flogfarinum, áðrenn tað datt niður.
Sambært løgregluni eru fyrstu fráboðanirnar um, at flogfarið datt niður í sambandi við at tað fór á flog. Bæði løgregla og bjaringartænasta siga nú seinnapartin, at flogfarið er dottið niður á landi og ikki á vatninum.
Við svensku tíðindastovuni TT sigur Conny Qvarfordt frá svensku bjargingartænastuni, at fólk eru funnin kring flogfari, sum verða kannað av bjargingarfólkum. Støðan er óviss.
Sambært tíðindatalsfólkinum hjá Swedavias, Alma Johansson, fór flogfarið á flog av flogvøllinum í Umeå kl 13.33. Klokkan 14.12 komu boðini um, at tað var dottið niður.