Praktikantar:
Katrina Davidsen, Rannvá Skaalum Petersen og Vinjar Egilsnes Petersen
------------------------
Noomi var á jólum ein túr í Finnlandi við 18 næmingum. Tá ið tey komu til Finnlands, og til skúlan har tey skuldu búgva á, funnu tey út av, at har var einki internet. Tey ungu vóru sera ørkymlað, men tá ið nakrir dagar vóru farnir vandu tey seg við tað. Tey fóru at tosa meira saman og funnu upp á ymisk spøl, ið tey hildu vóru sera stuttlig. Næstan allan túrin lógu telefonirnar í kuffertinum.
Hesi børnini sum vóru við í Finnalandi merktu serliga væl, hvussu nógv internetið kann oyðileggja viðurskiftini millum ungdómin, tí at tá tey komu aftur, sótu øll í hvør sínum lag í telefonunum.
Tað var frá hesum túrinum, at Noomi fekk inspiratiónia til at hava eina internetfría viku, saman við 9. a í Skúlanum við løkin.
Men tá ið vikan so var liðug, skal sigast, at tað ikki var nøkur broyting. Øll settust beinavegin í telefonirnar. Noomi heldur sjálv, at tað hevði havt størri ávirkan, um tey høvdu longri tíð við ongum interneti. Tó var internetfría vikan væl umtókt, tí har vóru eisini komnir aðrir næmingar, ið spurdu, um øll í skúlanum ikki høvdu kunna havt hesa internetfríu viku.
Hvussu upplivdi tit hesa vikuna?
– Tað var øðrvísi!
Tað siga Jóhann Gaardbo, Ólavur í Nón og Ingolvur Steinolvsson, ið eru tríggir av næmingunum, ið vóru við til hesa internetfríu vikuna.
Jóhann leggur eisini aftur at, at tey lærdu at vera meira social og at tosa við fólk, og tí løgdu tey serliga væl til merkis, hvussu upptikið nútíðar ættarliðið er av telefonum. Serliga hildu teir, at tað var gott, tí at tey kundu tosa saman uttan at tað skal vera ígjøgnum snapchat, facebook, instagram og annað tílíkt.
Hvat gjørdu tit í fríkorterunum hesa vikuna?
– Vit tosaðu millum annað um ítrótt. Serliga fóru nakrir av deingunum út á vøllin at sparka, ímeðan hini sótu inni í stovuni og prátaðu ella spældu onkur spøl, greiddu teir frá.
Næmingarnir í 9.a ynsktu sjálvi at hava hesa internetfríu vikuna, tí at tey hildu sjálvi, at tey brúktu alt ov nógva tíð á telefonunum.
Síðan avtalaðu tey, at telefonirnar skuldu liggja heima í skúlatíð. Tað vóru nøkur fá, ið høvdu telefonir við fyrsta dag, men tær vóru tiknar frá teimum til skúlin var liðugur. Tey meintu sjálvi at tveir teir fyrstu dagarnir vóru teir ringastu, og síðan bleiv tað eitt sindur lættari.
Síðan spurdu vit, hvussu nógv teir brúktu internetið um dagin, og tá svaraðu teir heilt erligt, at teir kundu brúka kanska seks-átta tímar á netinum um dagin.










