Amerikanski Tyson Gay, sum er heimsmeistari á 100 metrum, er í stórformi undan olympisku leikunum. Sunnunáttina rann hann 100 metrar upp á 9,68 sekund, og tað hevur eingin gjørt undan honum. Tíðin varð tó ikki góðkend sum heimsmet, tí undanvindurin var ov nógvur. Talan var um úttøkukapping hjá amerikanska landsliðnum, og tað var um reppið, at Gay als ikki kom við á liðið. Í innleiðandi umfarinum tók hann tað nevnliga somikið róligt, at hann bara akkurát vann seg víðari til finaluumfarið.
Tíðindi