896 menn og 790 kvinnur

Talið av útlendingum í Føroyum veksur støðugt. 1. oktober vóru 1.697 fólk við øðrum ríkisborgaraskapi enn norðurlendskum í Føroyum. 896 menn og 790 kvinnur

Nýggja heimasíðan integration.fo, sum varð løgd fram í Norðurlandahúsinum í dag, hevur nógvar áhugaverdar upplýsingar.

Tann 1. desember 2019 vóru 52.067 fólk í Føroyum. Av teimum vóru 1.697 fólk við øðrum ríkisborgaraskapi enn norðurlendskum, 222 fleiri enn seinasta ársskifti.

Á heimasíðuni sæst eisini úr hvørjum landi útlendingarnir koma. Flestu eru úr Rumenia, haðani tað koma 231. Tínæst Filipsoyggjar við 228, síðani Pólland við 156, Tailand við 144 og Litava við 91.

Tilsamans eru útlendingar úr 99 londum, ið eru búsitandi í Føroyum.

##med2##

Á heimasíðuni sæst eisini, hvussu nógvir útlendingar eru í hvørjum øki í landinum. Í Streymoynni búgva 729, í Eysturoy 521, í Norðoyggjum 162, í Suðuroy 117, í Vágum 102 og á Sandoynni 30.

Størsti aldursbólkurin við útlendingum við øðrum ríkisborgaraskapi enn norðurlendskum er aldursbólkurin 30-39 ár.

##med3##


Felags pallur

Tað var David IM, integratiónssamskipari á Útlendingastovuni, sum greiddi frá nýggju heimasíðuni og møguleikunum við henni.

Høvuðsendamálið við heimasíðuni er at savna saman, skapa og luta føroyska vitan og tilfeingi um integratión.

Heimasíðan integration.fo er ein pallur, har vitan, upplýsingar og royndir um integratión í Føroyum verða latin til almenna nýtslu, so onnur kunnu fáa gagn av tí.

##med4##

46 varandi uppihaldsloyvi um árið

Síðan 2012 hava í miðal 46 útlendingar fingið varandi uppihaldsloyvi um árið.

Útlendingar, sum flyta til Føroya, koma í høvuðsheitum av tveimum orsøkum.

Meginparturin kemur til Føroya úr Evropa at arbeiða eitt tíðarskeið við einum arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Ein útlendingar, sum hevur verið í Føroyum við arbeiðs- og uppihaldsloyvi í sjey ár, kann søkja um at fáa varandi uppihaldsloyvi.

Aðrir útlendingar flyta til Føroya sum familjusameind. Eftir umsókn ber til at fáa varandi uppihaldsloyvi hjá tí, sum hevur búð í Føroyum í trý ár. Tað eru serliga hjúnafelagar og børn, sum roknað verður við fara at búgva í Føroyum í longri tíð.

##med5##