Landsverk fegnast um nýggjasta átakið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sum setir ljós á ein ferðsluvanda, ið ikki hevur verið serliga nógv lýstur, nevnliga gáloysni.
- Seinastu nógvu árini hevur verið arbeitt miðvíst við at bøta um trygdina hjá teimum ferðandi. Arbeitt verður bæði við at minka um vandan fyri, at óhapp henda og við at minka avleiðingarnar av óhappum.
Landsverk vísir á síni heimasíðu á, at orsøkir til ferðsluvanlukkur kunnu vera nógvar, og sjálvdan er bert ein orsøk. Tó vísa kanningar, at stórur partur av ferðsluvanlukkum henda orsakað av menniskjansligum mistøkum.
- Tí fegnast vit um nýggjasta átakið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, har stovnurin vísir á ein vanda í ferðsluni, sum higartil ikki hevur verið sett so nógv ljós á, nevniliga gáloysni.
Lagt verður aftrat, at gáloysni er ein støða, har bilførari í eitt styttri ella longri tíðarbil ikki gáar um koyriuppgávuna, orsakað av virksemi ella hendingum, sum einki hava við koyringina at gera. Kanningar vísa, at 30% av øllum ferðsluvanlukkum hava gáloysni sum avgerandi orsøk.
Eisini vísa kanningar, at annar hvør føroyingur brúkar fartelefon, meðan hann koyrir bil.
- Fartelefon og koyring kann vera ein vandamikil blanding. Koyrir tú 80 km/t. og hyggur eftir fartelefonini í bert fýra sekund, merkir hetta, at tú koyrir 89 metrar í blindum, sigur Landsverk á síni heimasíðu.