89 mál á skrá í dag

Løgtingsarbeiðið hevur seinastu tíðina verið darvað av spentu støðuni í samgonguna. Innnahýsis ósemjur gera, at eingi álit koma úr fíggjarnevndini, meðan telvingin hjá samgonguni við Sjálvstýri, tá nevndirnar vórðu valdar, gera, at samgongan hevur minnilutan í vinnunevndini. Og úr vinnunevndini koma eingi álit, fyrr enn greiða er fingin á fløkjuni í fíggjarnevndini, sum Sosialurin og in.fo hava skrivað áður.

 

Nevndarfundir eru í øllum nevndunum í dag og tilsamans standa 89 mál á dagsskráunum. Flestu mál at viðgera hevur fíggjarnevndin. Har standa 27 mál á dagsskránni til fundin í dag. Tað elsta av teimum hevur ligið í nevndini í skjótt eitt hálvt ár. Uppskotið hjá Fólkaflokkinum um heimavirki bleiv beint í nevnd á løgtingsfundinum, sum var 15. novembur.

 

Í vinnunevndini eru 11 mál á skrá. Har er elsta málið frá 16. novembur, sum er uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um veiðugjald.

 

Rættarnevndin hevur 18 mál á skrá í dag og eigur eisini elsta málið av nøkrum. Tað er eitt uppskot frá landsstýriskvinnuni í kommunumálum, Sirið Stenberg, um broytingar í kommunustýrislógini. Tað bleiv beint í nevnd á løgtingsfundinum 27. septembur.

 

Trivnaðarnevndir hevur 15 mál á láni, tað elsta frá 17. oktobur, sum er eitt uppskot frá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, um at broyta lógina um viðbót til pensjónistar.

 

Mentanarnevndin hevur 13 mál á skrá í dag. Elsta málið har er ikki so gamalt. Tað er uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at vinnufeløg ikki skulu rinda kringvarpsgjald. Tað bleiv beint í nevnd 14. februar.

 

Til seinast hevur uttanlandsnevndin fimm mál til viðgerðar. Har er tað elsta málið um yvirtøku av málsøkinum kort- og landmátingarmyndugleiki hjá Fólkaflokkinum, sum bleiv beint í nevnd 28. novembur.

 

Tíðin byrjar at ganga undan hjá nevndunum, tí løgtingsformaðurin hevur boðað frá, at 25. apríl ætlar hann at senda tingfólkini heim í summarferiu. Tá skulu øll málini vera avgreidd, annars detta tey burtur.