Danska løgreglan tók í fjør 886 útlendskar ríkisborgarar, sum ætlaðu at sníkja sær ólógliga um markið úr Týsklandi. Av teimum 886 vóru 92 børn, og tey flestu vóru úr Irak. Løgreglan sigur, at talið er næstan 20 prosent størri enn í 2006. Hinvegin er talið á mannasmuglarum minkað úr 124 í 96. Løgreglan heldur kortini ikki, at tað er nakað tekin um, at smuglararnir eru færri í tali nú, men heldur at færri verða tiknir.