Eftir at hava sitið í nevndini fyri bókasavnið í Nes kommunu í samfull 45 ár, hevur 88 ára gamli Sørin Johannesen nú takkað fyri seg. Tað var Lis Gøthe í Jákupsstovu, leiðari, sum handaði Sørini blómutyssi, nú hann gavst.
Tað var, tá nývalda nevndin fyri bókasavnið í Nes kommunu hittist fyrstu ferð - týskvøldið hin 12. februar - at Sørin Johannesen, fyrrverandi nevndarlimur, møtti fyri seinastu ferð á fundi í nevndini.
Hann hevur verið nevndarlimur, síðani bókasavnið í Nes kommunu sá dagsins ljós hin 6. februar í 1968.
Sørin Johannesen - Sørin hjá Hendriki, sum hann verður róptur - er fróðarmaður og tað, sum hann veit at siga, er kjølfest í, at hann altíð hevur lisið nógv, og at hann hevur víst søguni stóran áhuga.
Hann veit nógv at bera víðari frá teimum, sum undan fóru. Tí var tað so upplagt, at táverandi bygdaráð við Ernst Hansen, sála, sum formanni í 1968 heitti á Sørin um at vera limur í lógarásettu nevndini fyri bókasavnið.
Nú Sørin Johannesen legði frá sær, varð Solveig Debess, fyrrverandi lærari á Toftum, vald í nevndina. "Søs" arbeiðir nú sum ráðgevi í Námi. Hon hevur áður verið leiðari í bókasavninum í 20 ár.
Lis Gøthe í Jákupsstovu, lærari við Tofta skúla, er nú leiðari fyri bókasavninum.
Nýggja nevndin hevur skipað seg. Í nevndini eru Josefina Jacobsen, forkvinna, Asbjørn Vang, Solveig Debess og Lis Gøthe í Jákupsstovu, leiðari.
Tað er Nes kommuna, sum ber hesi tíðindi og eigur viðheftu mynd av Lis og Sørini.