875 milliónir í lønum í februar - vøksturin er nærum burtur

Vøksturin í lønarútgjaldingum í byggivinnuni og fiskivinnuni er steðgaður

Í februar mánaði vórðu 875 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 17 milliónir færri samanborið við sama mánað í fjør.

Tað vísir nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya.

Í februar áttu menninir 548 milliónir av lønargjaldingunum. Tað er 35 milliónir færri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 327 milliónir, sum eru 18 milliónir meira enn sama mánað í fjør.

Vøkstur kann framvegis hómast í »almennari o.a. tænastu« og »privatum tænastuvinnum«, men vøksturin er steðgaður í »byggivinnu o.a. tilvirking« og »fiskivinnu o.a. tilvirking«.