Oljufelag
Beint eftir døgurað týsdagin kundi Atlantic Petroleum boða frá, at felagið nú hevur keypt ein fjórðing av oljufeltinum við West-Lennox og Crosby.
Talan er um eitt fund, sum til samans verður mett at innihalda 3,5 mió tunnur av olju, og er parturin hjá AP soleiðis 875.000 tunnur.
Gongst eftir ætlan, so verður farið undir at bora metingarbrunn í oktober mánaði, og skuldi fyrsta oljan væntandi verði fingin til høldar í triðja ársfjórðingini komandi ár.
Samlaða íløgan hjá Atlantic Petroleum í hesum er á leið 15 mió kr., og í tíðindaskrivinum verður boðað frá, at hetta er í góðum samsvari við menningarætlan felagsins annars.
- Keypið av rættindunum við West Lennox er í tráð við felagsins strategi, har vit vilja fáast við leiting, menning og framleiðslu av oljufeltum. Tað merkir eisini, at fyrsta oljan hjá felagnum nú er komin enn nærri. Hartli víðkar hetta um netverk okkara av strategiskum samstarvsfeløgum, soleiðiðs at felagið á tann hátt fær enn fleiri royndir í menning av smærri oljufeltum, sigur Wilhelm Petersen, stjóri í felagnum.
Saman við Atlantic Petroleum eru tað ensku Challenger Minerals, DYAS og First Oil EXPRO, sum hava rættindini til feltið. Ætlandi skal framleiðslan skipast soleiðis, at ein ein minni boripallur verður tengdur at stóra Lennox-platforminum, soleiðis at undirstøðikervið, sum hesin longu hevur, kann nýtast, tá oljan skal flytast til lands. Endalig avgerð um hetta verður tó ikki tikin, fyrr enn metingarbrunnurin er boraður.









