Sambært forsetaboðunum, sum Donald Trump skrivaði fríggjakvøldið, skulu eingi flóttafólk sleppa inn í USA komandi 90 dagarnar. Harumframt skulu eingir borgarar úr Iran, Irak, Libya, Sýria, Sudan, Somalia ella Jemen sleppa inn í USA næstu 120 dagarnar.
Nú er tó líkt til, at 872 flóttafólk kortini sleppa inn. Orsøkin er, at teirra góðkenning var fullførd longu áðrenn Donald Trump bleiv forseti. Hendan góðkenningin tekur vanliga yvir tvey ár. Flóttafólkini vera gjøllað kannað og tráspurd um teirra bakgrund, hvørji tey eru og annað.
Hesi 872 flóttafólkini vóru sum sagt góðkend av umsitingini hjá Obama, og tí sleppa tey kortini inn í USA, hóast Donald Trump hevur sett innferðarbann í gildi.









