Nú 10 minuttir eru eftir til valhølini lata aftur í Miðvági, hava allarflestu miðvingar greitt atkvøðu. Ein uppteljing sum formaðurin í valstýrinum, Torfin Jacobsen gjørdi fyri løtu síðani vísti, at 100 miðvingar høvdu enn ikki verið á vali.
Seinastu fimm minuttirnar er rættiliga gongd komin á veljararnar, og nú er bert 88 miðvingar av íalt 790 sum ikki hava greitt atkvøðu.
Serliga spennandi er valið í Miðvági ? í fyrsta lagi tí at ein tingmaður er úr bygdini.
Hinvegin skulu miðvingar eisini siga sína hugsan um eina ætlaða samanlegging við Sandavági.
Her er rættiligur spenningur í, tí fólk á gøtuni meta at tað verður rættiliga javnt millum ja-sigararnar og nei-sigararnar í Miðvági.
Um eina lítla løtu fáa vit at síggja, hvat úrslitið av teimum báðum valunum verður.