8,5 prosent av el-framleiðsluni

Tá myllurnar í Neshaga framleiða við fullari megi, svarar tað til 8,5% av allari el-framleiðslu í Føroyum.

Tá allar myllurnar í Neshaga framleiða við fullari megi, svarar tað til 8,5 prosent av allari el-framleiðslu í Føroyum. 

 

Tað sigur borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, í kunning til borgararnar í kommununi.

 

Tað var í 2012, at SEV setti fimm nýggjar Enercon-vindmyllur í rakstur í Neshaga.

 

- Tríggjar av teimum nýggju myllunum eru settar upp sambært framleiðsluloyvunum, sum SEV fekk til tríggjar myllur á Eystnesi.

 

Lagt verður aftrat, at tvær myllur komu í staðin fyri tær tríggjar Vestas-myllurnar, sum eru tiknar niður.

 

- Um allar vindmyllurnar í Neshaga framleiða við fullari megi í eitt ár - tað er 24,5 GWt - so svarar hetta til 8,5 prosent av allari el-framleiðslu í Føroyum í 2011, sigur borgarstjórin, Jóhannus Danielsen.