85% liggur eftir í Føroyum

Hóast KJ Hydraulik letur skrokkarnar til sínar alibátar smíða í Letlandi, liggur umleið 85% av byggikostnaðinum eftir í Føroyum. Nú KJ Hydraulik á Kambsdali hevur fingið byggisáttmálar um tveir alibátar aftrat, ávikavist bygginummar 26 og nummar 27, hevur Portalurin spurt stjóran, Ólav A. Olsen, hvussu stórur partur av arbeiðnum liggur eftir í Føroyum.

Ólavur sigur, at av samlaða byggikostnaðinum enda eini 15% í Letlandi, meðan restin liggur eftir hjá KJ Hydraulik og ymiskum øðrum undirveitarum í Føroyum.

- Vit hava undirveitar her heima til el, timbur, nautiska útgerð og alt, sum skal gerast við bátarnar. Sjálvir gera vit koppar og spøl, og vit umboða og selja eisini motor og krana, sum fer í bátarnar.

Stjórin í KJ Hydraulik vísir á, at alt konseptið við alibátunum og hvørjum einstøkum báti sær er ment í neyvum samstarvi við teir, sum skulu hava bátarnar.

- Hvør bátur hevur síni sermerki, ið alarin ynskir, at hann skal hava.

Ólavur A. Olsen sigur, at tað er Kári Johannesen á Skála, sum ger timburarbeiði, og Sp/f PFJ El hjá Petur Frank Joensen á Eiði ger el-arbeiði. Radiobúðin í Saltangará er veitari av nautisku útgerðini, eins og Gummibátatænastan er veitari av bjargingarútgerðini.

- Sandblásing og metalisering, sum er ein týðandi partur í verkætlanini, fer fram hjá Sandblástri við Ljósá, sum KJ Hydraulik eigur, sigur Ólavur A. Olsen, stjóri.