85 ár og framvegis virknir í vinnu

Seinnapartin fríggjadagin 11. mars fer Tavan í Leirvík at hátíðarhalda stórar merkisdagar.

Seinnapartin fríggjadagin 11. mars bjóðar Tavan í Leirvík til móttøku, tá virkið fer at halda so stórar merkisdagar, sum ikki eru øllum virkjum beskornir.

 

Henda dagin eru seksti ár liðin, síðan flakavirkið Frost í Leirvík varð stovnað, og tað var í 1994, at Frost gjørdist til Tavuna, sum vit kenna í dag.

 

Sama dag verður hátíðarhildið, at tað í fjør vóru 40 ár liðin, síðan Páll Joensen, maskinmeistari, byrjaði á Frost, og røkir hann framvegis sama starv á Tavuni.

 

Tavan hátíðarheldur eisini, at seinni í ár hevur Jógvan Elias Joensen verið í starvi hjá Frost og Tavuni í seksti ár, fyrst sum skrivari í Frost og síðan sum nevndarlimur og núverandi nevndarformaður í Tavuni.

 

Jógvan Elias, sum er á innsettu myndini, er júst vorðin 85 ár, og Páll Joensen verður 85 ár seinni í ár.

 

- Allir hesir merkisdagar verða hildnir við eini móttøku á Tavuni fríggjadagin 11. mars frá klokkan 16 til 19. Tað hevði glett okkum at sæð vinir og kenningar teirra og annars øll áhugað, siga tey á Tavuni í Leirvík.