845 milliónir í lønum í apríl

Sambært Hagstovuni vórðu knappar 845 milliónir útgoldnar í lønum í apríl. Tað eru bara 4 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Vøksturin, sum hevur verið í lønargjaldingunum seinnu árini, steðgar upp. Serliga sæst eitt fall í privatu tænastuvinnunum

Í apríl vórðu 845 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru góðar 4 milliónir ella 0,5% meira enn sama mánað í fjør, sigur Hagstovan.

– Gongdin, sum er lýst við trendinum vísir, at vøksturin sum hevur verið í lønargjaldingunum seinnu árini fjarar burtur.

Í apríl fingu menn útgoldið knappliga 520 milliónir í løn og kvinnur góðar 325 milliónir. Samanborið við sama mánað í fjør fingu menn góðar 10 milliónir ella 2,1% meira í sín part, meðan kvinnur hinvegin fingu 6 milliónir ella 1,9% minni í sín part. 

Trendurin vísir framvegis ein lítlan vøkstur í lønargjaldingunum hjá monnum, men tann vøksturin viknar. Hjá kvinnum vísir trendurin ongan vøkstur í lønargjaldingunum og ábendingar eru heldur um, at tær minka.

Ein samanbering millum útgoldnu lønirnar og framrokningina í mars og apríl vísir, at tað eru privatu tænastuvinnurnar, sum bróta frá væntaðu gongdini.

Í privatu tænastuvinnunum vórðu úgoldnar 234 milliónir í lønum í apríl. Framrokningin vísti 271 milliónir í apríl. Tað er ein munur á 37 milliónir ella 14% samanborið við metingina.

Fall í vinnugreinum í privatu tænastuvinnunum

Av privatu tænastuvinnunum er tað í vinnugreinunum 'gistihús og matstovuvirki', 'handil og umvæling', 'flutningur annars' og 'húsarhaldstænastur', at niðurgongdin sæst best. 

Í vinnugreinini 'Gistihús og matstovuvirki' vóru útgoldnar 4 milliónir í løn. Framrokninga metingin, sum tekur støði í gongdini í lønargjaldingunum undan koronafarsóttini, er fyri apríl mánað 13 milliónir. Tað er eitt fall á næstan 9 milliónir ella 70% í mun til framroknaðu metingina.

Innan 'Handil og umvæling' vórðu útgoldnar 68 milliónir í løn. Metingin vísir 76 milliónir. Tað er ein munur upp á 8 milliónir ella 10% í mun til metingina.

Í 'Húshaldstænastum', ið m.a. fevnir um reingerð, ruskinnsavnan, hárfríðkan, vakurleikarøkt og venjingarmiðstøðir, vórðu útgoldnar knappar 7 milliónir í apríl. Metingin er knappar 9 milliónir. Tað er ein munur á 2 milliónir ella 21%.

Innan 'Flutning annars', ið fevnir m.a. um farmabilflutning, bussleiðir, rutuferðsla, hýrukoyring og  annan ferðafólkaflutning eftir landi, vóru útgoldnar 22 millónir í apríl. Metingin var 31 milliónir. Tað er ein munur á 9 milliónir ella 29%.