Spanska politiið hevur handtikið tilsamans 84 fólk, sum skulu hava innflutt og selt ólóglig dopingevni í Spania. Millum annað er hald lagt á 700.000 skamtir av anabolum steroidum og hormonum.
Serliga eru húsarannsóknir og átøk gjørd í Madrid, Valencia, Andalucia og í Baskaralandinum, upplýsa spanskir myndugleikar.
Millum tey handtiknu skal vera ein farmaseutur, sum skal hava falskað ymisk pappír, so tað bar til at fáa ólógligu evnini inn í landið.










